Góðu lesandi

 

Vit í lestrarvegleiðaratoyminum vilja kunna tykkum um tvey viðkomandi og áhugaverd tiltøk, sum verða fyri lesandi hesa vikuna😊

 

Lestrarkaféin, sum er tann seinasta hesa lestrarhálvuna, verður týsdagin 9. mai kl. 14.00, tá borðreitt verður við køku og kaffi.

Kl. 15.00 fer Kalpana at hava eina framløgu, sum hesaferð verður á Zoom, um fyrireiking til munnligar próvtøkur.

Sjálvandi vilja vit hava og vóna, at fleiri tykkara luttaka á sjálvum tiltakinum, men um onkur ikki fær komið, kunnu tit fylgja við framløguni á Zoom. Leinkið til stroymin verður sent til tykkara lestrarteldupost sama dag.

 

Verkstaður um Ð verður mikudagin 10. mai kl. 13.00-15.30, tá Lena fer at geva góð ráð um, hvussu ð’ið verður rætt sett í einum teksti.

Pláss er bara fyri 15 luttakarum, og tí er avgerandi at gera skjótt av, um ein vil melda seg til fyri at fáa skil á okkara kæra, men tvørliga ð. Tilmelding fer framhttps://www.sessur.fo/verkstova

 

Vinaliga

Kirstin Sigurðsdóttir Rasmussen

Lestrarvegleiðari/Student counselor

J.C. Svabosgøta 7

FO-100 Tórshavn

Tel: +298 292526

https://www.setur.fo/

https://www.sessur.fo/verkstova