Moodle - Skeiðsskipan Setursins


Cookies must be enabled in your browser
Log in using your account on:

Is this your first time here?

Vanlig lesandi

Vanlig lesandi rita inn við at trýsta á knøttin "Microsoft Office 365" og síðani rita inn við sínum upplýsingum til Office 365 til teirra setursteldupost.

Gevið gætur, at hesi skulu ikki tasta inn nakað brúkaranavn ella loyniorð í teigarnar omanfyri, men bert trýsta á knøttin "Microsoft Office 365" omanfyri, ið leiðir tey víðari til eina síðu hjá Microsoft, har tey rita inn.

Brúkaranavn og loyniorð hjá lesandi

Brúkaranavnið hjá lesandi er á forminum "studentanummar@student.setur.fo", t.d. 2999.999@student.setur.fo.

Loyniorðið hjá lesandi er tað sama sum til Office 365, studentaportalin og prentaraskipanina á Setrinum.

Ikki fingið loyniorð ella mist tað burtur?

Um tú einki loyniorð hevur fingið - ella hevur mist tað burtur - so skalt tú fara inn á studentaportalin (https://studportal.setur.fo) og bíleggja eitt (nýtt) loyniorð við at trýsta á "Gloymt loyniorð" og útfylla studentanummar, føðingardato og tín privata teldupost, ið er skrásettur hjá Setrinum.

Broyta loyniorð

Tú kanst broyta loyniorðið ovast til høgru tá tú hevur ritað inn á studentaportalin. Trýst á "Broyt loyniorð", skriva gamla loyniorðið umframt nýggja loyniorðið tvær ferð og trýst síðani "Broyt loyniorð". Minst til, tú kanst altíð bíleggja nýtt loyniorð eftir forskriftini omanfyri.

Teldupostar frá Setrinum

Teldupostar frá Setrinum fara til tín setursteldupost. Tí er sera umráðandi at tú regluliga kannar tín setursteldupost!

Office 365

Á Office 365 (https://portal.office.com) kanst tú lesa tín setursteldupost. Har eru eisini hópin av øðrum hentleikum of forritum.

Studentaportalurin

Á studentaportalinum (https://studportal.setur.fo) kanst tú bíleggja (nýtt) loyniorð, broyta loyniorðið, síggja tíni próvtøl á Setrinum, so skjótt hesi eru skrásett, umframt tilhoyrandi skeiðslýsingar, og tú kanst eisini síggja frumupplýsingar um teg (so sum bústað, telefonnummar og privatan teldupost).

Vanligir trupulleikar

Til ber bert at vera ritaður inn á eina office 365 konto í senn. Hevur tú aðra Office 365 konto, so mást tú fyrst rita út av henni. T.d. kontur frá Glasi og Námi eru Office 365 kontur.

Um skeivir frumupplýsingar eru um teg í próvbókini (t.d. privati telduposturin), so mást tú venda tær til skrivstovuna ella próvbókarumsitaran, at fáa hetta rættað.

Vanlig starvsfólk á Setrinum

Starvsfólk við einum seturstelduposti, t.v.s. av slagnum username@setur.fo, rita eisini inn við at trýsta trýsta á knøttin "Microsoft Office 365" og síðani rita inn við sínum upplýsingum til Office 365 til teirra setursteldupost.

Gevið gætur, at hesi skulu ikki tasta inn nakað brúkaranavn ella loyniorð í teigarnar omanfyri, men bert trýsta á knøttin "Microsoft Office 365" omanfyri, ið leiðir tey víðari til eina síðu hjá Microsoft, har tey rita inn.

Brúkaranavn og loyniorð hjá starvsfólki

Brúkaranavnið hjá starvsfólki á Setrinum er á forminum "username@setur.fo", t.d. gunnarr@setur.fo. Loyniorðið hjá starvsfólki á Setrnum er tað sama sum til Office 365, setursteldupostin, Outlook og webmail á Setrinum.

Vanligir trupulleikar

Til ber bert at vera ritaður inn á eina office 365 konto í senn. Hevur tú aðra Office 365 konto, so mást tú fyrst rita út av henni. T.d. kontur frá Glasi og Námi eru Office 365 kontur.

Aðrir brúkarar

Aðrir brúkarar - t.d. leysalærarar, próvdómarar v.fl. - hava enn eina ad hoc konto, og rita framvegis inn við at útfylla teigarnar "username" og "password" omanfyri.

Tørvar tær hjálp?

Fyri 98% av øllum brúkarum riggar omanfyristandandi vegleiðing. Um hon ikki riggar, les hana gjølla eina ferð afturat og fylg henni neyvt. Um hetta enn ikki riggar, so kanst tú seta teg í samband við Gunnar Restorff (gunnarr@setur.fo, tlf. 29253) ella Sjúrð Ravnsfjall (sjurdurr@setur.fo, tlf. 299412).

Eingin teldupostur ella appir á Office 365 hjá lesandi

Um tú ert innskrivað/ur sum virkin lesandi, men ikki sær tín teldupost ella aðrar appir í Office 365 (https://portal.office.com), set teg so í samband við omanfyristandandi.