Innihaldsyvirlit:
Her liggur generel kunning um Zoom til øll á Setrinum. Longri niðri á síðuni liggur kunning til undirvísarar. Niðast liggja upplýsingar um support.
Um tað er vanlig floksundirvísing, so er nógv lættasti mátin at hava online undirvísing at undirvísarin stovnar Zoom fundir inni í Moodlesíðuni fyri skeiðið.
Her verður víst, hvussu studentar sleppa inn at luttaka í floksundirvísingini í Zoom, tá undirvísarin hevur stovnað Zoom fundir umvegis Moodlesíðuna í einum skeiði.
Í hesi videovegleiðing verður víst, hvussu lesandi, starvsfólk, lærarar, leysalærarar v.m. á Setrinum kunnu stovna ein brúkara til Zoom fundir við Seturs-lisensi.
Í hesi videovegleiðing verður víst, hvussu lesandi, starvsfólk, lærarar, leysalærarar v.m. á Setrinum kunnu vera vertir fyri einum Zoom fundi her og nú - Host an Instant Meeting.
Í hesi videovegleiðing verður víst, hvussu tit luttaka í einum Zoom fundi, ið onkur annar hevur boðið tykkum við til.
Í hesi videovegleiðing verður víst, hvussu studentar, starvsfólk og lesandi á Setrinum kunnu stovna ein plagdan Zoom fund inni á Zoom - Schedule a Meeting. Til ber eisini at gera hetta úr Moodle og úr Outlook, sum verður víst aðra staðni.
Í hesi videovegleiðing verður víst, hvussu tit kunnu stovna ein planlagdan Zoom fund, bjóða fólki við og fáa hann inn í Office kalendaran hjá øllum luttakarunum við at bjóða inn beinleiðis úr Outlook.
Fyri at gera hetta, er neyðugt hjá tykkum at leggja inn Zoom klientin til Outlook. Til hetta krevst administratorrættindi til telduna.
Her liggur specifikk kunning um Zoom til undirvísarar. Longri uppi á síðuni liggur generel kunning um Zoom til øll á Setrinum. Niðast liggja upplýsingar um support.
Í hesi videovegleiðing verður víst, hvussu undirvísarar í einum skeiði á moodle kunnu stovna Zoom fundir, so øll í skeiðnum sjálvvirkandi hava atgongd til Zoom fundin.
Í hesi videovegleiðing verður víst, hvussu undirvísarar gjøgnum moodle kunnu gera upptøkur av Zoom fundum og deila tær við studentarnar í moodle. Neyðugt er at aktivera møguleikan fyri Cloud recording áðrenn tit kunnu gera hetta. Tí skulu tit fyrst stovna tykkum sum brúkara í Zoom (um tit ikki longu hava gjørt tað, sí vegleiðing omanfyri). Setið tykkum síðani í samband við Óla Simonsen ella Gunnar Restorff.
Vit heita á øll, um sletta gamlar upptøkur, ið ikki skulu brúkast aftur. Vit tilskila okkum rætt at sletta upptøkur av zoom fundum, tá upptøkurnar eru 1 viku gamlar.
Um tit hava trupulleikar, so gerið tykkum ómak at lesa omanfyristandandi gjølla. Eisini finnast leinki til nógvar vegleiðingar niðast á setur.zoom.us. Spyrjið og hjálpið hvørjum øðrum - studentar eins væl og starvsfólk á Setrinum.
Harumframt ger KT-supportin á Setrinum sítt ítarsta, men kann vera eitt sindur belastað. Ringið +298 292599/352599 ella skrivið til Lesið meiri um KT-supportina á Setursheimasíðuni.
Licensurin hjá Setrinum skilur seg frá vanligum licensum hjá zoom (antin tað er virkislicensir, privatir licensir ella ókeypis licensir) við at avtalan hjá Setrinum er millum Setrið og Deic, ið er partur av danska, almenna Forskningsnettet og umvegis hetta partur av NORDUnet. Hetta ger m.a. at datatrygd v.m. livir upp til EU-krøvini. Deic hevur gjørt hesa longri útgreining av støðuni. Hóast hetta, so mugu øll sjálvandi eisini hava fyrilit fyri vernd av persónsviðkvomum upplýsingum og trúnaðarupplýsingum.