Málið við skeiðinum er at lýsa føroyskan skaldskap úr einum økokritiskum sjónarhorni. Skeiðið er skipað í samstarvi við linjulærugreinina: Náttúra og tøkni. Tvørgreinalig námsfrøði og læringarhættir verða lærufrøðiliga grundarlagið. Tey lesandi skulu fáa førleika og amboð at lýsa ymiskar læringarhættir og tíðarskeið og vísa á, hvørjir læringarmøguleikar eru í tekstunum og hvørji tíðar-, tema- og stíleyðkenni síggjast aftur og eru umboðað í skaldskapinum. Partar av skeiðnum eru: fakligur túrur til Sands og vikuskeið á Voxenåsen í Oslo, har tey lesandi fáa breitt innlit í norsku málstøðuna, eisini úr einum undirvísingarsjónarhorni. Norskar bókmentir, filmur, list, skaldskapur, náttúruvísindi og mál og bókmentir úr einum didaktiskum og økokritiskum sjónarhorni verða partar av skeiðinum.