Endamálið við stervsvenjingini er at víðka arbeiðsførleikarnar hjá tí lesandi, umframt at skapa samanhang millum útbúgving og arbeiðsmarknað.

Í hesum skeiði lærir tann lesandi grundleggjandi hugtøk og háttaløg innan forritan, og at gera útrokningar og egin forrit í Matlab. Tann lesandi verður førur fyri at gera smærri vælskipað forrit, royna forrit, arbeiða við ymiskum dátu-formatum og vísa úrslit grafiskt í Matlab.

Skeiðið er ætlað at geva førleika til at áseta hita- og ventilatiónsskiparnir í bygningum við atliti til inniklima, orkunýtslu, livitíð og framtíðar orkuveiting frá varandi orkukeldum.


Endamál:  At geva studentinum grundleggjandi skil fyri elveiting og mest umráðandi roknihættum, sum har verða nýttir. Studenturin fær innlit í elveiting og útgerð, sum er neyðug til at framleiða, flyta og býta elorku. Studenturin fær venjing í útrokningum í einføldum elnetum. 

Endamál At geva tí lesandi: 1) grundleggjandi vitan um orkunýtslu í bygningum við atlit til inniklima, veðurlag, klimaskerms uppbygging og tekniskar installatiónir, so sum hitaverks, sanitets  og  ventilatións anlegg v.m. 2) Harumfamt førleikar innan útrokning og skjal prógvan av orkukarminum hjá bygningum samt 3) grundleggjandi vitan um Føroyiska og Danska bygningskunngerðir við serligum fokus á orkunýtslu og installatiónir.

Students should get a basic understanding of the harvesting of the wind by wind turbines - the principles of the wind power conversion, the components of a wind turbine and their interaction, the characterization of the wind resource and the respective gain of wind turbines, their interaction with the power supply system and their environmental impact.