5021.20 Skeiðslýsing.pdf5021.20 Skeiðslýsing.pdf

Vælkomin til 5021.20 Dátuvísindi og hagfrøði við RStudio

Endamál: at geva eina innleiðing í nútímans dátuvísindi, hagfrøði og hugtakið endurskapandi gransking (“reproducible research”) við nýtslu av framkomnum og brúkaravinarligum hentleikum í RStudio. Dátuvísindi og hagfrøði við RStudio ger tað nú munandi lættari at skipa og hagfrøðisliga greina data – samanborið við at brúka R einsamalt – við at tvinna saman R-kodu, tekst, formlar og myndir til snøggar hagfrøði-frágreiðingar. Sum KT-verkfrøðingur, dátugreinari ella granskari fært tú soleiðis innleiðslu í bæði fremstu KT-amboð - og grundleggjandi teori - innan hagfrøðisliga greining av data.