At geva eina víðari innleiðing í OOP, OO grundreglur og designmynstur. Eitt designmynstur er ein almenn og afturvendandi loysn til eina vanliga design-uppgávu. Designmynstur eru væl testaðar loysnir til vanligar trupulleikar og avbjóðingar innan menning av ritbúnaði. Tey eru at meta sum "best practices" til loysnir av vanligum design-uppgávum, sum endurtaka seg aftur og aftur. At brúka designmynstur snýr seg millum annað um at endurnýta kodu og design. Hetta tryggjar betri góðsku og burðardygd í samband við menning av nýggjum skipanum og leggur upp til, at tað skal vera lættari at dagføra, víðarimenna, og røkja skipanir í framtíðini.