Um skeiðið

Á skeiðnum verður undirvíst í ESG og burðardygd í einum organisatoriskum samanhangi gjøgnum bæði ástøði, stakdømi og praktiskar royndir. Vit koma inn á lyklahugtøk, meginreglur, karmar umframt lóggávu á økinum. Vit gjøgnumganga “social, environmental og governance” partin av ESG eins og strategi, leiðslu, organisatión og tað at skriva frágreiðingar. Undirvíst verður á føroyskum máli í bæði altjóða og føroyskum viðurskiftum.

 

Undirvísari

Jóna Ólavsdóttir er granskari og ph.d.-lesandi í almennari fyrisiting, herundir fyrisiting av náttúruloysnum, knýtt at lærda háskúlanum í Aarhus og Fróðskaparsetri Føroya. Við fleiri ára royndum úr altjóða, norðurlendskum og arktiskum samstørvum um burðardygga samfelagsmenning, hevur hon sterka fakliga vitan um strategiskt arbeiði innan náttúru og veðurlag frá einum samfelagsligum sjónarhorni. Umframt akademiska arbeiðið hevur hon drúgvar royndir við politiskari ráðgeving og almennari fyrisiting og hevur luttikið á fleiri av teimum týdningarmestu altjóða ráðstevnunum innan umhvørvis- og náttúruvernd. Sum undirvísari leggur hon dent á at sameina teori og praksis, og at menna leiðsluførleikar, strategiska fatan og ábyrgdarfullar avgerðargongdir innan burðardygga leiðslu.