
Føroyar í tíðini uml. 800 til trúbótina
Hvussu mentist samfelagið í Føroyum í tíðini frá tí at tey fyrstu búsettu seg í oyggjunum og fram til trúbótina? Hetta er høvuðsspurningurin, sum verður settur á skeiðinum um eldri føroyska søgu. Móti endanum av víkingatíðini fór fram ein ríkissavning í Noregi, sum eisini fevndi um tey norrønu niðursetulondini vesturi í havinum, og ein miðsavnað ríkisbygging byrjaði. Á skeiðinum verður víst á føroyska keldutilfarið til hesa tíðina og tann nýggjasta granskingin um tíðarskeiðið verður tikin fram, við denti á, hvussu keldutilfarið kann fatast. Endamálið við skeiðinum er at veita teimum lesandi grundleggjandi kunnleika til eldru søgu Føroya í norðurlendskum høpi og fyritreytirnar fyri søguligu gongdini, yvirlit yvir týðandi gransking, sum er tøk á økinum, og grundleggjandi førleikar til at meta um dygdina á útvaldum verkum og søguligum heimildum. Skeiðið vendir sær eisini til fólk, sum hava almennan áhuga fyri eldri søgu í norðurlondum við serligum denti á Føroyar.
- Teacher: Andras Marni Mortensen