Stødd: 10 ECTS
Undirvísarar:
Kim Lilholt Ruggard, Páll Holm Johannesen
Bergur Djurhuus Hansen (ábyrgd)
Hvat er politiskt samskifti? Hvat eyðkennir politiskt samskifti í dag? Endamálið við skeiðinum er at gera studentarnar førar fyri at greina, skilja og loysa ítøkiligar spurningar um politiskt samskifti. Studentarnir fáa innlit í gongdina og avbjóðingarnar í politiskum samskifti í Vesturheiminum í dag og seinastu mongu árini. Arbeitt verður við ymiskum sløgum av samskifti og við teimum snildum, sum eyðkenna politiskt samskifti. Spurningarnir á skeiðinum verða viðgjørdir úr einum málsligum og einum mentanarligum og samfelagsligum sjónarhorni. Læruúrtøkurnar hjá studentunum verða m.a. innlit í ymisku sløgini (sjangrurnar) av politiskum samskifti, vitan um og evni at greina serligar snildir í politiskum samskifti, innlit í politiskan journalistikk (uppií hesum leiklutin hjá fjølmiðlum) og vitan um seinastu broytingarnar í politiskum samskifti og tann týdning, sum hesar broytingar hava fyri nútímans fólkaræði.
Av tí at annar av lærarunum kemur úr Danmark, verður undirvísingin tvær ferðir savnað í tveir stórar blokkar fríggjadag og leygardag.
Próvtøkuháttur: skrivlig heimauppgáva.
- Teacher: Bergur Djurhuus Hansen
- Teacher: Páll Holm Johannesen
- Teacher: Kim Lilholt Ruggaard