Stødd: 10 ECTS

Undirvísari: Hjalmar P. Petersen

At tosa meira enn eitt mál er tann vanligasta støðan í heiminum. Vit føroyingar eru tvímæltir við føroyskum sum fyrsta máli og donskum sum øðrum máli. Hesa seinnu tíðina eru eisini fleiri, sum eru fleirmælt við føroyskum, donskum og enskum. Eisini eru tað tey, sum hava eitt annað mál enn føroyskt sum sítt fyrsta mál, t.d. thai ella tagalog, men vit koma ikki inn á hetta í skeiðnum, har vit fara at leggja dent á føroyskt-danskt tvímæli, tvímæli alment og tvímæli hjá tí einstaka eins væl og í samfelagnum. Vit fara at lesa: Multiple Voices hjá Carol Myers Scotton; The Dynamics of Faroese-Danish Language Contact hjá Hjalmar P. Petersen umframt ymskar greinar.

Próvtøkuháttur: Munnlig við 30 min. fyrireiking.