Stødd: 5 ECTS

Undirvísari: Tóta Árnadóttir

“Mentanararvur” – er eitt orð sum ofta verður nýtt uttan nærri greinan, men hvat liggur í hugtakinum? Hvønn leiklut hava siðbundnu mentanarbrigdini – kvæði, tættir, dansur, sagnir og ævintýr í dagsins samfelag? Siðbundu brigdini verða allýst sum serføroysk og sum umráðandi fyri føroyskan samleika, men hvussu hepnast tað at flyta tey úr siðbundna samfelagnum inn í tað modernaða? Er endurnýtsla = endurskapan ella oyðing? Hvussu verður siðbundin mentan nýtt sum politiskt amboð og hvussu ávirkar tað mentanina at hon verður tjóðarímynd?

Á skeiðinum lesa vit ástøðiligar tekstir um mentanarfatan, mentanararv, minnisgransking og gransking av skaldskapi á mannamunni. Í hesum ljósi viðgera vit dømi um endurnýtslu av siðbundnari føroyskari mentan í tónleiki, tekstum, myndlist og filmi.

Próvtøkuháttur: Munnlig framløga, við støði í góðkendari skrivligari uppgávu.