Stødd: 10 ECTS

Undirvísarar:
Nils Ohrt, mag.art. í listasøgu
Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum

Endamálið við skeiðinum er at geva studentunum innlit í sambandið millum orð- og myndlist í frá aldaskiftinum 1900 til inn í 21. øld. Dentur verður lagdur á vitan um føroysku lista­grein­irnar, menning teirra í myndlista- og bókmentasøguligum høpi við atliti at viður­skiftunum millum listagreinirnar, føroyska samleikaskapan og altjóðagerð.

Lagt verður fyri við yvirliti yvir skaldskap og myndlist fram til umleið 1930, síðani verður meira gjørt burtur úr tíðarskeiðinum eftir 1930. Høvuðsdenturin er á tíðar­skeiðið eftir 1960. Viðkomandi myndlistalig rák verða lýst, eitt nú impressionisma, eks­pressionisma, kubisma, surrealisma og minimalisma. Meginparturin av skeiðinum fer til at gjøgnumganga høvuðs­verk eftir Samuel Joensen-Mikines, Ruth Smith, Ingálvur av Reyni, Janus Kamban, Thomas Arge, Trónd Patursson, Edvard Fuglø, Hansina Iversen kanska fleiri við. Til at vísa á sambond millum listagrein­irnar verða lisnar yrkingar eftir  Chr.Matras, William  Heinesen, Regin Dahl, Guðrið Helms­dal, Steinbjørn B. Jacobsen, Carl Jóhan Jensen, Sissal Kampmann og Kim Simonsen. Tóroddur Poulsen er í báðum bólkunum, orð- og myndlistamaður sum hann er. Mynda- og yrkinga­greining og orðaskifti um viðkomandi yrkisbókmentir eru týðandi lutir í skeið­inum.

Próvtøkuháttur: Bundin heimauppgáva.