
Skeiðið er framhald av Egið arbeiðið I Ritlist. Eins og í fyrra skeiðinum verður arbeitt við egnum tekstum, sum studentarnir skriva í samband við skeiðið. Høvuðsdentur verður lagdur á at neyvlesa og kritiskt viðgera egnan tekst og tekstir hjá hvørjum øðrum. Viðkomandi upprunatekstir verða lisnir (essay, poetikkir, ástøði um ritlist), har serligur dentur verður lagdur á refleksión og tilvit um egna skrivitilgongd. Tekstir, sum studentarnir skriva, verða so hvørt, teir verða latnir inn, savnaðir í eina avriksmappu.
- Teacher: Lív Maria Róadóttir Jæger