• Endamál
    Endamálið er at geva lesandi eina grundleggjandi fatan av sosiologi sum vísindagrein, hetta við denti á evni, hugtøk, ástøði og háttalag. Tey lesandi skulu læra at brúka hugtøk og ástøði at viðgera og greina samfelagsvísindalig evni úr einum sosiologiskum sjónarhorni.

    Innihald
    Skeiðið fevnir um klassisk og nýggjari ástøði í sosiologi. Ástøði og frágreiðingar um t.d. vælferð, stættir og fátækradømi, umframt familju, kyn, umhvørvi og búskap. Eisini verður arbeitt við sosialum rørslum, fólkaflytingum, trúarlívi, heilsu, o.s.fr. Evnini verða so vítt møguligt sett inn í ein føroyskan samanhang og lýst við føroyskum dømum.

    Sí eisini Skeiðslýsing o.a. her.

    Undirvísing er mikudagar 9-12 í høli 4.1 á 4. hødd á Søgu- og samfelagsdeildini. Fyrsti undirvísingartími er 6. september kl 9

    Próvtøkan verður: 
    18. desember 

    Bøkur at keypa

    • Macionis, J.J. & Plummer, K. 2012. Sociologi – A Global Introduction (5.útg.) Harlow: Pearson.
    • Andersen, Heine (red). 2011. Sociologi – en grundbog til eg fag (4. Útg.) København: Hans Reitzels Forlag.

    Ábyrgd av skeiðnum
    Olga Biskopstø (OlgaB@setur.fo)

     

  • 1. TÍMIÐ - 6. september 9-12

    Almenn kunning um skeiðið 

    • Kunning um longdina á skeiðinum, pensum og undirvísingarhátt (fyrilestur og venjingar). 
    • Kunning um kravdar innlatingar og um próvtøkuna og hvat krevst. 

     

    Innleiðsla til sosiologi sum fak 

    • Hvat er sosiologi? 
    • Hvussu kunnu sosiologisk perspektiv hjálpa okkum at skilja gerandisdagin? 
    • Hvussu varð sosiologi ment sum eitt fakøkið? 


    Pensum: 

    Macionis & Plummer 2012: Kap. 1 (s. 3-26) 

    Andersen 2011: Kap. 1 (s. 15-27)


  • 2. TÍMIÐ - 13. september 9-12

    Sosiologiskur hugsunarháttur, ástøði og gransking

    • Klassisku sosiologisku perspektivini
    • Teoretisku sosiologisku perspektivini: Makro støði og mikro støði
    • Sosiologi og globalisering
    • Hvussu fremja vit sosiologiska gransking?
    • Sosiologiskur arbeiðsháttur og hugsunarháttur


    Eldrið og nýggjari ástøðið

    • Broytingar í samfelagnum
      Klassisku ástøðini hjá Marx, Weber og Durkheim
      Nýggjari ástøði sum Borudeau, Habermas, Giddens, Coleman og Latour.


    Pensum: 

    Macionis & Plummer 2012: Kap. 2, 3 og 4 (s. 33-56, 61-101, 105-137)

    Andersen 2011: Kap. 2, 3 og 4 (s. 29-68, 69-91)


  • 3. TÍMIÐ - 20. september 9-12

    Arbeið, framleiðsla, samfelag og búskapur:

    Búskapurin og ymsikar búskaparligar skipanir
    • Arbeiði, arbeiðsmarknaðurin og skipan
    • Arbeiði, globalisering og post-modernaða samfelagið 

    Politisk sosiologi og vælferðarstaturin: 
    • Politisk sosiologi, staturin og politisk skipan og luttøka
    • Politisk sosiologi og globalisering
    • Vælferðarstaturin


    Andersen 2011. Kap 6, 7 og 8 (s.119-137, 139-157, 159-180) 

    Macionis & Plummer 2012: Kap. 15 og 16 (s. 496-530, 538-574) 

  • 4. TÍMIÐ - 27. september 9-12 - Sigri

    Sosialir bólkar og sosialisering

    • Hvussu ávirka sosialir bólkar okkara atferð?
    • Hvussu broytast bólkar?
    • Sosiala lívið í tíðaraldrinum hjá fartelefonum og sosialu miðlunum
    • Hvat er micro-sosiology?
    • Hvussu blíva vit sosial og menna biografiir?
    • Hvussu verður okkara samleiki, kroppur og kenslur formaði sosialt?


    Sosialur ójavni og stratifikatión: 

    • Sosialir ójavin, sosial-bólkar og sosialir klassar.
    • Hvat er stratifikatión og ójavni?
    • Ójavni í búskapi, kyn, seksualitet, aldur og rasu. 
    • Fátækradømi og ójavin kring heimin. 

    Pensum:

    Macionis & Plummer 2012: Kap. 5, 6, 8 og 9 (s. 142-205, 251-275, 281-310)

    Andersen 2011: Kap. 5 (95-117).


  • 5. TÍMIÐ - 18. oktober 9-12 - Sigri

    (Uppáva 1. byrjar)

    Familjan, tíðarskeið í lívinum: barndómur, ungdómur og aldurdómur: 

    • Familjan sæð í sosiologiskum sjónarhorni
    • Demografiskar broytingar
    • Barndómur, ungdómur og aldurdómur og stratifikatión / ójavni í samfelagnum

    Útbúgving og mentan:

    • Útbúgving í sosiologiskum sjónarhorni
    • Mentan, mentan og vald
    • Globalisering og mentan

    Pensum:

    Andersen, Heine 2011: Kap. 9, 10 og 14 (s.181- 196, 197-2015, 267-282)

    Macionis & Plummer 2012: Kap-5, 13, 18 og 20 (s. 143-169, 427-455, 623-653, 691-717)


    1.UPPTÁVAN byrjar, og skal latast inn 25.okt. 


    Karl Marx og sosiologisk ástøði
     

    Lýsið og viðgerðið ídnaðarsamfelagið við útgangsstøðið í kjarnuhugtøkunum og hugsanunum / ástøðinum hjá Karl Marx. 

    Metið um í hvønn mun ástøðini hjá Karl Marx kunnu brúkast til at lýsa føroyska samfelagið í dag. 

    Innlating í sosiologi 25. oktober.

    Innlating 

    Innlatingin verður gjørd umvegis Moodle í seinasta lagi klokkan 12.00 mikudagin 25 september 2023.

    Um uppgávuna 

    Uppgávan skal verða 1.000 - 1.200 orð til longdar.  

    Uppgávuna skriva tit hvør sær. Tað er ikki loyvt at skriva av ella plagiera / kopiera uppgávur, sum onnur hava skrivað!


  • 6. TÍMI - 1. november 9-12 - Sigri

    Migratión, rasa og kyn: 

    • Migratión og integratión
    • Rasa og fordómar
    • Kyn og sosiologisk greining


    Urbanisering og stórbýir

    • Demografi og demografiskar broytingar
    • Urbanisering og stórbýargerð
    • Býir og býarsamfelagið í sosiologiskum sjónarhorni


    Pensum: 

    Andersen, Heini 2011: Kap 15 og 20 (s.283-300, 381-397)

    Marcionis & Plummer 2012: Kap. 11, 12 og 24 (s.348-383, 389-421, 829-860)

  • 7. TÍMI - 8. november 9-12 Olga

    Heilsa og religión 

    • Heilsa í sosiologiskum sjónarhorni
    • Heilsa og ójavni
    • Heilsa kring heimin

    • Hvat er religión í sosiologiskum sjónarhorni
    • Sosiologisk greining og religión
    • Religión og samfelag


    Pensum:

    Andersen 2011: Kap. 12 og 18 (s. 235-251, 341-359) 

    Macionis & Plummer 2012: Kap. 19 og 21 (s. 660-686, 723-755) 


  • 8. TÍMIÐ - 15. november 9-12 - Olga

    Miðlar og netverksamfelagið

    • Samskifti og sosialar broytingar
    • Ástøði um miðlar
    • Sosiologisk greining av miðlum
    • Miðlar og globalisering
    • Netverksamfelagið og sosialir miðlar 

    Pensum: 

    Andersen, Heini 2011: Kap. 11 (s.217-233)

    Macionis & Plummer 2012: Kap. 22 (s. 762-789) 

  • 9. TÍMIÐ - 22. november 9-12

    (Uppgáva 2. byrjar)

    Umhvørvi:

    • Umhvørvið og sosiologisk greining
    • Umhvørvis trupulleikar úr einum sosiologiskum sjónarhorni. 

    Pensum:
    Macionis & Plummer 2012: Kap. 25 (s. 865 - 893) 


    Uppgáva 2. - innlating mikudagin 29. nov. 2023 kl. 12.00  

    Mentan og samfelag

    1. Lýsið og viðgerðið mentan frá einum sosiologiskum sjónarhorni, herundir høvuðstættirnar í mentan 


    Tit skulul velja ímillum uppgávu 2a og uppgávu 2b - onnur av uppgávunum skal svarast!
     

    2a. Inndragið eisini hugsaninar hjá Pierre Bourdieu um mentan og mentanarligan kapital í viðgerðina. 

    2b. Inndragið eisini hugtøkini “enthnocentrisma” og “cultural relativity” í viðgerðina. 


    3.
     Metið um hvønn týdning virðir og trúgv hava í føroyska samfelagið í dag.
     


    Innlating 

    Innlatingin verður gjørd umvegis Moodle í seinasta lagi klokkan 12.00 týsdagin 22. november 2022.


    Um uppgávuna 

    Uppgávan skal verða 1.000 - 1.200 orð til longdar. 

    Uppgávuna skriva tit hvør sær. Tað er ikki loyvt at skriva av ella plagiera / kopiera uppgávur, sum onnur hava skrivað!




  • 10. TÍMIÐ - 6. desember 9-12

    PRÓVTØKU FYRIREIKING - SPYRJI TÍMI! 

    • PRÓVTØKA 18. DESEMBER

      Fjalt fyri studentum