Kravfak á Bachelor í Sosialvísind og samfelagsplanlegging og Politikk og umsiting:

  • Kravfak á Bachelor í Sosialvísind og samfelagsplanlegging,og Politikk og umsiting (4. semestur).Valfak í Søgu.
  • Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi haldgott innlit í tey vanligastukvalitativu háttaløgini, sum verða nýtt ísamfelagsfrøðini.
  • Undirvíst verður í teimum mest vanligu kvalitativu háttaløgum, sum interview, eygleiðing, dokmumentanalysu og biografiskum háttaløgum.
  • Eisini verður undirvíst í, hvussu ein kann greina og tulka kvalitativ data.
  • Tey lesandi læra harafturat um etiskar spurningar í samband við kvalitativa gransking og aðrar kanningar.


Eftir lokið skeið skulu tey lesandi:

  • Duga at greiða frá teimum kvalitativu háttaløgunum, ið tey hava lært um á skeiðinum, og vísa, at teyskilja grundtankan í teimum.
  • Duga at lýsa fyrimunir og vansar við teimum ymsu kvalitativu háttaløgunum.
  • Hava førleikar til sjálvstøðugt at meta um dygdina í kvalitativum keldum.
  • Sjálvstøðugt og tilvitað kunna taka avgerðir um val av háttalag í samband við empiriskar kanningar.
  • Duga at brúka tey háttaløg, tey hava lært um á skeiðinum, til at gera eina kanning í verki.


Bókmentayvirlit:

  • Bryman, Alan (2015). Social Research Methods. Oxford: Oxford University Press.
  • Merrill, Barbara & West, Linden (2009). Using Biographical Methods in Social Research. Los Angeles, Calif.: SAGE.
  • Oliver, Paul (2010). The Student’s Guide to Research Ethics. Maidenhead: Open University Press.
  • Rienecker, Lotte, Stray Jørgensen, Peter & Skov, Signe (2012). Den gode opgave. Frederiksberg: Samfundslitteratur.


Tær ensku bøkurnar í bókmentayvirlitið kunnu keypast á Amazon, www.amazon.com.