Kravfak á Bachelor í Sosialvísind og samfelagsplanlegging og Politikk og Umsiting
• Endamálið er at geva tí lesandi eina holla fatan av klassiskum og
        modernaðum samfelagsástøði.
• Evnið verður lýst við yvirlitslitteraturi og úrvaldum upprunaverkum – bæði
        klassiskum og modernaðum. 
• Evnið verður býtt upp í temu, sum verða lýst ástøðiliga og við atliti til tey
        søguligu og samfelagsligu viðurskifti, ið gjørdu seg galdandi, tá hesi ástøði
        vóru ment.

Eftir lokið skeið skulu tey lesandi:
• Hava holla vitan um klassiska og modernaða samfelagsástøði.
• Vera før/ur fyri at lesa og skilja úrvald samfelagsástøðilig høvuðsverk.
• Duga at greiða frá teimum samfelagsástøðiligu hugsunarháttum og hugtøkum,
• sum tey hava lært um á skeiðinum.
• Duga at brúka úrvald samfelagsástøði og hugtøk í einari sjálvstøðugari
• greining av einum samfelagsligum tema.

Grundbøkur:
• Contested knowledge, Social Theory Today. Fifth Edition. Seidman, Steven,
        2013. Hoboken, N.J.: John Wiley & Sons. Bókin er at fáa á www.amazon.com
• Den gode opgave, håndbog i opgaveskrivning på videregående uddannelser.
        4. Udgave. Lotte Rienecker, Peter Stray Jørgensen og Signe Skov, 2014.
        Frederiksberg: Samfundslitteratur.

At kopiera sjálvi:
• Annað tilfar liggur í mappu í printarahøli á 4. hædd í Jónas Broncks gøtu. Tey
        lesandi kopiera sjálvi úr mappuni.