Kravfak á Bachelor í Sosialvísind og samfelagsplanlegging og Politikk og umsiting:
- Kravfak á Bachelor í Sosialvísind og samfelagsplanlegging,og Politikk og umsiting (4. semestur).Valfak í Søgu.
- Endamálið við skeiðnum er at geva tí lesandi haldgott innlit í tey vanligastukvalitativu háttaløgini, sum verða nýtt ísamfelagsfrøðini.
- Undirvíst verður í teimum mest vanligu kvalitativu háttaløgum, sum interview, eygleiðing, dokmumentanalysu og biografiskum háttaløgum.
- Eisini verður undirvíst í, hvussu ein kann greina og tulka kvalitativ data.
- Tey lesandi læra harafturat um etiskar spurningar í samband við kvalitativa gransking og aðrar kanningar.
Eftir lokið skeið skulu tey lesandi:
- Duga at greiða frá teimum kvalitativu háttaløgunum, ið tey hava lært um á skeiðinum, og vísa, at teyskilja grundtankan í teimum.
- Duga at lýsa fyrimunir og vansar við teimum ymsu kvalitativu háttaløgunum.
- Hava førleikar til sjálvstøðugt at meta um dygdina í kvalitativum keldum.
- Sjálvstøðugt og tilvitað kunna taka avgerðir um val av háttalag í samband við empiriskar kanningar.
- Duga at brúka tey háttaløg, tey hava lært um á skeiðinum, til at gera eina kanning í verki.
- Teacher: Bjørg Jacobsen
- Teacher: Karin Jóhanna L. Knudsen